Granskingardepilin fyri samfelagsmenning
Vísindalig grein um: Trust in the fisheries scientific community

Enn ein vísindalig grein givin út eftir EU-granskingarverkætlanini PRONE. Greinin er í vísindaliga tíðarritinum Marine Policy. Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning tók lut í PRONE verkætlanini saman við granskarum úr Íslandi, Finnlandi, Onglandi, Grikkalandi og Spaniu.

Innbjóðing til verkætlan um siðbundið føroyskt handverk

Fæst tú við siðbundið føroyskt handverk, er hetta eitt høvi til at gerast partur av áhugaverdari verkætlan.
 

Altjóða granskingarverkætlan: Handverk og ferðavinna hond í hond

Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning er partur av altjóða granskingarverkætlan nevnd Craft International. Hetta er ein verkætlan til frama fyri lokalt handverk og ferðavinnu.

Kunning um Economusée / Craft International

Kunning um tiltakið “Economusée/Craft International” í samband við lýsing eftir luttakarum til verkætlanina.

 

 

Útgáva av arbeiðsritið 28/2011: “Nógv at læra úr Norra”

Í døgunum 2. til 5. oktober 2011 var arbeiðsfundur í verkætlanini Lærings- og inspirationsnetværk for aktive ildsjæle i 4 nordiske lokalsamfund i udkantsområder í Gloppen kommunu í Norra. Høvuðsbýurin í Gloppen kommunu er Sandane, sum liggur 3½-4 tímar (í bussi) norðanfyri Bergen.

Høvuðsfyrilestrar og framløgur frá ráðstevnuni um Málpolitiskar avbjóðingar

Minst fýra mál til øll - málpolitiskar avbjóðingar í framtíðini

Vísindalig grein í Maritime Studies (MAST)

“Fishermen’s risk perception in four european countries” er heitið á vísindaligari grein, sum Dennis Holm á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning, Ingi Runar Edvardsson (University of Akureyri, Ísland), Diana Tingley (Offshore Environmental Solutions Limited, UK), Alexis J. Conides (Hellenic Centre for Marine Research, Grikkaland) og Ben Drakeford (CEMARE, University of Portsmouth, UK) hava skrivað. Greinin er givin út í Maritime Studies, MAST, 2011, vol. 10, No. 1.

Verkætlanin “Tín bygdahandil” evnisdag í dag

Granskingarverkætlanin “Retail in rural regions”, sum vit á føroyskum hava valt at kalla “Tín bygdahandil” skipar í dag fyri evnisdegi á Føroya Handilsskúla í Søldarfirði.

Ráðstevna um fleirmæli í Norðurlondum

”Minst fýra mál til øll” 

Málpolitiskar avbjóðingar í framtíðini

Ráðstevna í Norðurlandahúsinum í døgunum 22 - 24. august 2011.

Vísindalig grein í altjóða tíðarritinum International Journal of Humanities and Social Science

“Fisheries management systems and Risk Perception amongst Fishermen in Iceland, Faroe Islands, and UK” er heitið á grein sum Ingi Runar Edvardsson, Diana Tingley, Johann Asmundsson, Alexis J. Conides, Ben Drakeford, og Dennis Holm hava skrivað. Greinin er í apríl útgávuni í vísindaliga tíðarritinum International Journal of Humanities and Social Science.