Samstarv
Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning samstarvar við granskarar, granskingarstovnar og universitet bæði í Føroyum og uttanlands. Talan er um bæði meiri formell skipaði samstørv og samstørv, sum eru knýtt at felags granskingarverkætlanum.
Formell samstørv
Frá 1. januar 2008 er skipað formelt samstarv millum Granskingardepilin og Fróðskaparsetur Føroya. Hetta merkir, at Granskingardepilin formelt er knýttur at Fróðskaparsetri Føroya (at Søgu- og Samfelagsdeildini), og er í hesum sambandi eisini skipað formelt samstarv millum Granskingardepilin og Søgu- og Samfelagsdeildina. |