Nýggj kanning, umbiðin av Norðurlendska Ráðharraráðnum, lýsir og samanber umboðan av konum og monnum í politikki og vinnulívi í Danmark, Finlandi, Íslandi,Norra, Føroyum, Grønlandi og Álandi.
Kanningin lýsir og viðger, millum annað:
- Kynsumboðan í politikki og vinnulívi í hagtølum
- Ymsar kvotuskipanir og hvønn týdning tær hava fyri kvinnuumboðan i politikki og vinnulívi
- Javnstøðulóggávu
Kanningin staðfestir, millum annað, at:
- ikki er givið longur, at Danmark, Finland, Ísland, Norra og Svøríki liggja fremst í kvinnuumboðan í politikki samanborið við aðrar partar av heiminum
- ymsar kvotuskipanir kunnu lata huðrar upp fyri einum javnari maktbýtið millum menn og konur, men stendur ikki einsamalt sum amboð fyri at skapa størri javnstøðu millum kynini
- sjónligerð av javnstøðuspurningum og trýst frá kvinnurørslum/felagsskapum eru týðandi faktorar fyri øktari javnstøðu millum kynini
Umframt at lýsa kvinnuumboðan í politikki og vinnulívi í hagtølum og javnstøðulógina, viðger føroyski parturin eisini CEDAW- frágreiðingina og tilmælini í henni. Føroyski parturin er at finna í Del I, síðunar 321-340, í frágreiðingini.
Kanningin er tøk á heimasíðunum hjá Nordisk Institut for Kunnskap om Kjønn, http://www.nikk.no/Skandinavisk/Temaer/Kon_og_magt_i_Norden/Publikationer/
og Nordisk Ministerråd, http://www.norden.org/da/publikationer/publikationer/2009-569?set_language=da.
Staðið fyri føroyska partinum hevur Karin Jóhanna L. Knudsen, samfelagsfrøðingur, Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning. Aftur |
|