|
||||||||
Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning bjóðar nú tær/tykkum, ið fáast við siðbundið handverk, at gerast partur av NPP-verkætlanini ”Economusée/Craft International”. Verkætlanin er framhald av Economusée-tiltakinum, sum m.a. er á Trøllanesi. Málið er at fáa 2 ella 3 Economusée afturat í Føroyum tey næstu 3 árini, og tí verður hetta boðið út nú. Verkætlanin ber í stuttum í sær at umskapa títt handverk til at gerast eitt tiltak, har tú vísir fram teknikkin handan handverkið og tann siðbundna kunnleikan, ið er knýttur at hesum handverki. Tað er eingin avmarking í, hvat slag av handverki tað er: træ, metal, leir, ull, matur o.a. Málið við verkætlanini er at sameina mentan og siðvenju og skapa eitt burðardygt tiltak til frama fyri teg sum framleiðara og fyri samfelagið, her undir ferðavinnuna. Fyritreytir fyri at luttaka Hvat fært tú afturfyri Umsóknirnar verða latnar einari nevnd, ið kemur at meta um tiltakið og gera av, hvør ið fær møguleikan at luttaka. Meiri kunning um verkætlanina og nevdina er at finna á www.socdev.fo Skriva nøkur orð um, hví tú heldur, at júst títt/tykkara virksemi hóskar sum eitt Economusée undir Craft International, tó í mesta lagi eina A4 síðu. Legg dent á fyritreytirnar omanfyri. Umsóknarfreistin er 20. januar 2012. Umsóknin skal sendast til: Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Eru fyrispurningar hesum viðvíkjandi, ger so væl at seta teg í samband við info@socdev.fo ella Dennis Holm, tlf. 604070. Aftur |
|
|||||||
| Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning - Vágsvegur 48 - Postboks 18 - FO-900 Vágur - Tel. +298 604070 - Fax. +298 374476 | ||||||||