Granskingardepilin fyri samfelagsmenning

Hvar endaðu tey øll?

04/06/2010

Ein heilt stórur partur av teimum, sum í árunum 1976 til 2006 hava tikið miðnámsprógv í Suðuroynni, hava nomið førleikagevandi útbúgving. 41 prosent av teimum, sum hava tikið miðnámsprógv í Suðuroynni, búgva í dag oynni.

Um kanningina
Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning gevur í dag út Arbeiðsrit 24/2009 Hvar endaðu tey øll? Kanning millum miðnámskúlanæmingar í Suðuroynni árini 1976-2006. Tað er Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, sum hevur staðið fyri kanningini. Tilsamans 850 av teimum 861, sum hava tikið miðnámsprógv í Suðuroynni í nevnda tíðarskeiði luttóku í kanningini.

Tey flestu nema sær førleikagevandi útbúgving
Eftir miðnámsútbúgvingina hevur ein heilt stórur partur – 84 prosent - nomið sær ella eru farin undir at nema sær eina førleikagevandi útbúgving. Av hesum hava 82 prosent nomið sær eina langa- (16 prosent) ella miðallanga (66 prosent) útbúgving. Meðan 18 prosent hava nomið eina stutta útbúgving.

Tað eru lutfalsliga fleiri menn enn kvinnur, sum hava nomið sær eina langa útbúgving – 18 prosent av monnunum í mun til 7 prosent av kvinnunum. Hinvegin hava lutfalsliga fleiri kvinnur enn menn nomið sær miðallanga útbúgving, tó at munurin er lítil. Tað eru eisini lutfalsliga fleiri kvinnur, sum hava nomið sær stutta útbúgving. Tað eru at kalla eins nógv, sum eru undir útbúgving ella ikki hava nomið sær útbúgving.

Burtur í útbúgvingarørindum – og venda ikki aftur!
Kanningin vísir, at 2/3 av teimum, sum í løtuni eru undir útbúgving, eru stødd uttanlands í útbúgvingarørindum. Tey allarflestu eru í Danmark, meðan nøkur fá eru í øðrum londum.

Kanningin vísir eisini, at ein munandi partur av teimum, sum hava tikið miðnámsprógv í Suðuroynni, eru flutt av oynni og ikki vend aftur. Bert 41 prosent av teimum, sum hava tikið miðnámsprógv í Suðuroynni, búgva í dag í Suðuroynni. 30 prosent búgva uttanlands, meðan 29 prosent búgva aðrastaðni í landinum. Tað eru serliga tey við hægri útbúgving, sum búgva aðrastaðni enn í Suðuroynni.

Í tølum eru tað væl fleiri kvinnur enn menn, sum hava tikið miðnámsprógv í Suðuroynni. Í tølum eru tað eisini væl fleiri kvinnur enn menn, sum hava valt at búseta seg aðrastaðni enn í Suðuroynni. Hetta er eisini ein av høvuðsorsøkunum til skeiva kynsbýtið í Suðuroynni – tað eru fleiri menn enn kvinnur í Suðuroynni.

Flestu arbeiða innan tað almenna – fá í framleiðsluvinnunum
Út við helvtin – 45 prosent – av teimum, sum hava tikið miðnámsprógv í Suðuroynni, arbeiða í dag innan tað almenna. Næst eftir tað almenna arbeiða flest fólk – 25 prosent – innan handils- og tænastuvinnurnar, meðan 9 prosent arbeiða innan framleiðsluvinnurnar.

Tað eru lutfalsliga fleiri av kvinnunum enn av monnunum, sum arbeiða innan almenna fyrisiting og tænastur – 59 prosent av kvinnunum og 29 prosent av monnunum. Kvinnurnar arbeiða serliga innan heilsu- og almannaøkið og barnaansingarøkið. Meðan teir flestu av monnunum, sum arbeiða hjá tí almenna, arbeiða innan undirvísing og almenna umsiting.

9 prosent av teimum, sum hava tikið miðnámsprógv í Suðuroynni, arbeiða í dag innan framleiðsluvinnurnar, og eru tað væl fleiri av monnunum enn av kvinnunum, sum virka innan framleiðsluvinnurnar. 20 prosent av monnunum arbeiða innan framleiðsluvinnurnar, meðan tað bert eru 2 prosent av kvinnunum.

At enda vísir kanningin eisini, at 10 prosent av teimum, sum hava tikið miðnámsprógv í Suðuroynni, arbeiða í dag sum leiðarar ella millumleiðarar.

Frágreiðingin kann takast niður her á heimasíðuni undir útgávur og arbeiðsrit.

Myndina tók Erik Christensen.

 


Aftur