Granskingardepilin fyri samfelagsmenning

Afturflytarir – ein kanning av flytimynstrinum í smáum samfelagum

20/08/2010

Komandi vikurnar fara granskarar á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning at gera samrøður við umleið 100 fólk í Vági og í Klaksvík, sum hava tað til felags, at tey eru afturflytarar – eru flutt aftur til Vágs og Klaksvíkar, eftir at hava búð aðrastaðni í eitt tíðarskeið. Talan er um eina granskingarverkætlan, sum verður gjørd í samstarvi við granskarar úr Íslandi og Norra. Verkætlanin er fíggjað av NORA.

Umframt samrøður við afturflytarar í Vági og Klaksvík, verða samrøður gjørdar við afturflytarar í Hvammstangi, Paterksfjørði, Olafsfjørði, Siglifjørði og Vopnafjørði í Íslandi, og í Kvænangen í norður Norra.

Endamálið við verkætlanini er at varpa ljós á orsøkirnar til at fólk flyta aftur til eitt útjaðaraøkið. Galdandi fyri økini er, at tey øll hava verið merkt av einari netto-fráflyting, men tølini fyri frá- og tilflyting siga tó lítið um orsøkirnar fyri hví fólk fluttu, og hví fólk eru flutt aftur. Millum annað hetta fer granskingarverkætlanin at viðgera.

Umframt Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning, eru íslendsku Selasetur (www.selasetur.is), Byggdastofnun (www.byggdastofnun.is), og Háskólan á Hólum (www.holar.is), og Kvænangen kommuna (www.kvanangen.kommune.no). Verkætlanini  verður liðug um ársskiftið.
 


Aftur