Granskingarevnir
Granskingin á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning er í stóran mun knýtt at granskingar- og menningarætlanini hjá Granskingardeplinum, har tað verður ásett hvørji granskingarevni, granskað verður í.
Granskingarætlan 2008-2013
Árini 2008 - 2013 hevur Granskingardepilin sett evnið Vald og Demokrati á dagsskrá. Gransking innan evni vald og demokrati fevnir um gransking av teimum mest grundleggjandi viðurskiftunum í samband við hvussu samfelagið er skipað og samansett, og hvussu virðini í samfelagnum verða býtt.
Evnið vald og demokrati fevnir víða, men hava vit í granskingar- og menningarætlanini valt út nøkur undirevnið, sum eru tey granskingarevni, vit koma at leggja dent á í komandi árum á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning.
Kjarnu granskingarevni
Gransking innan vald og demokrati fevnir sum nevnt víða og fara vit í árunum 2008 – 2013 at leggja dent á fýra kjarnu-granskingarevnir. Hesi eru:
- Tilfeingisumsiting
- Vald í samfelagnum
- Samfelagsmenning í smátjóðum
- Policy studies og aðrar kanningar
Tilfeingisumsiting
Evnir: Fiskivinnu-/fiskiveiðuumsiting, fiskivinnan og atknýttar vinnur; olja og atknýttar vinnur; fiskitilfeingi, oljutilfeingi, human-tilfeingi.
Vald í samfelagnum
Evnir: Vald og klassar í samfelagnum, Vald og vælferðarsamfelagið, Vald og álitssessir, Mál og Vald, Vald og kyn, Vald og miðstaðarøkið contra útjaðaran, Vald og viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.
Samfelagsmenning í smátjóðum
Evnir: Økismenning, vakstraravtalur, útjaðaramenning, kommunalar eindir og menning, microstatir og menning
Policy studies og aðrar kanningar
Evnir: Undan- og eftirmetingar av politiskum átøkum, kanningar av hugburði til ávís átøk, kanningar av ymiskum fyribrigdum t.d. støðunum hjá ávísum samfelagsbólkum o.s.fr.
|